Frágreiðing um fyrnd viðurløg og útgjald eftir fráboðan

Í virksemi Fjølrits kemur fyri viðurløg ikki verða útgoldin beinleiðis fyri brúk innan avtaluøkini sum vit umsita. Hetta er t.d. tá viðurløg eru avsett til rættindahavara sum ikki er skrásettur hjá Fjølrit ella tá viðurløg eru avsett til útlendskar rættindahavarar, sum ikki gera krav á sítt viðurlag. Hesi viðurløg liggja so á konto hjá Fjølrit í upp til 3 ár.

§ 43 í lógini um upphavsrætt ásetur, at viðurløg fyri nýtslu av vardum verkum fyrnast 3 ár frá ársenda av tí árinum, tá ið verkið var nýtt. Hevur góðkendur felagsskapur kravt inn viðurløgini vegna upphavsfólk, kann felagsskapurin eftir hetta býta út fyrndu viðurløgini eftir nærri ásettum reglum, sum felagsskapurin sjálvur ger fyri handfaring av viðurløgum. Les meira um galdandi reglur her.

Stjórnin hevur tí við heimild í reglunum, §§ 3 og 4, stk 2, stk 5.1 og stk 6, gjørt av at býta út meginpartin av upphæddini frá fyrndum viðurløgum frá nýtsluni í 2021 gjøgnum eina pulju.

Úr “REGLUGERÐ UM HANDFARING AV VIÐURLØGUM”

§ 3. VIÐURLØG FYRI SANNLÍKA NÝTSLU
Viðurløg fyri nýtslu, sum ikki ber til at eyðmerkja, og sum umfatar ein munandi part av
upphavsrættarfólki, verða býtt út til sannlíkar rættindahavarar eftir einari meting, sum inniheldur statistiska nýtslu, nýggj verk, stakroyndir og møgulig onnur viðkomandi parametur.

Víðari eftir grein 4 stk 2, stk 5.1 og stk 6:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT

Stk. 2. Viðurløg, har mett verður, at tað fer at kosta meira enn 25% í umsitingargjaldi at finna viðkomandi upphavsrættarfólk, eru at meta sum viðurløg, sum ikki kunnu býtast út.

Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til:
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur.

Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.