Treytir fyri at fáa útgjald eftir fráboðan

1) Viðkomandi má hava givið út verk* frammanundan.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk. 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:
a) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
b) sýnt fram alment,
c) framført alment.

2) Rættindahavi skal prógva útgivna verkið, eitt nú við at upplýsa ISBN, ISSN, ISMN, leinki til upplýsingar um útgávu, mynd av skrá, ella annað, ið greitt sigur nær og hvussu verkið er útgivið.

3) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við at framleiða eitt ella fleiri nýggj verk innan eitt øki* Fjølrit í dag umsitur.

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru
– tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
– mynd (myndlist, fotografi) og
– nótar (sangtekstur, nótar).

4) Hvørt nýtt verk skal vera ítøkiligt og kunna avmarkast sum eitt sjálvstøðugt verk, til dømis við einum serstøkum arbeiðstitli.

5) Fyri bæði útgivna verkið og nýggj verk er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við ætlan um útgávu í Føroyum.

6) Sama útgivna verk ella sama nýggja verk kann bert nýtast eina ferð til hetta umfarið av útgjaldi eftir fráboðan. Nýggja verkið skal helst ikki hava verið brúkt sum nýtt verk í fráboðan, sum rættindahavi áður hevur sent inn. Bert í serligum føri verður vikið frá hesi meginreglu, til dømis tá ið talan er um størri verk.

7) Útgávudagurin fyri nýggja verkið má vera eftir fráboðanarfreistina.

8) Hvør rættindahavi kann í mesta lagi fáa útgjald fyri fimm fráboðanir.

9) Harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Hevur tú ikki longu skrásett teg sum rættindahavi, ger tað so fyrst her.

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601

Vit gera vart við at treytirnar kunnu broytast frá ár til ár, tó so at broytingarnar ikki fáa gildi millum fráboðan og útgjald.