Skifti av nýtslugjaldi kommunur 2020

Puljan, ið her verður býtt út, er kr. 586.741,05. Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar, sum nevndar eru niðanfyri. Puljan fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varðar av, til dømis fólkaskúlum, musikkskúlum, kvøldskúlum, barnagørðum og annað.

Treytir fyri útgjaldi

1) Viðkomandi má hava givið út verk* frammanundan, har útgávuárið er fyri 31. desember 2019.

*eitt verk er útgivið, eftir grein 2, stk 2 í lógini um upphavsrætt, tá ið tað er:

a) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
b) sýnt fram alment,
c) framført alment.

2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við at framleiða eitt ella fleiri nýggj verk innan sama øki sum útgivna verkið soleiðis sum uppgivið undir treyt 1), og innan eitt øki*, ið Fjølrit í dag umsitur.

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru:

tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
– mynd (myndlist, fotografi) og
nótar (sangtekstur, nótar).

3) Fyri bæði útgivna verkið, og nýggj verk er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella at tey eru framleidd uttanlands, við ætlan um útgávu í Føroyum. 

4) Sama útgivið verk ella sama nýggja verkætlan kann bert nýtast einaferð til hesa puljuna.

5) Harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi (hevur tú skrásett teg áður, er ikki neyðugt at gera tað aftur), áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan skrásett/-ur sum rættindahavi, ger tað so fyrst her 

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600

Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 22. apríl 2022 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar umleið tvær vikur eftir freistina.

Frágreiðing um nýtslugjaldið 2020 frá kommununum

Ein spurnakanning varð gjørd í fólkaskúlunum í 2021. Av tí at svarprosentið var 17,5, eru ikki nóg nógvar upplýsingar til at býta út 50% av pengunum, sum ætlað. Stjórnin hevur avgjørt at seta 17,5% av puljuni av til teir rættindahavar, ið komu fram í spurnakanningini, og restin (82,5%) verður her býtt út til innkomnar fráboðanir, í samsvari við grein 3 í reglugerðini hjá Fjølrit:

§ 3. VIÐURLØG FYRI SANNLÍKA NÝTSLU
Viðurløg fyri nýtslu, sum ikki ber til at eyðmerkja, og sum umfatar ein munandi part av upphavsrættarfólki, verða býtt út til sannlíkar rættindahavarar eftir einari meting, sum inniheldur statistiska nýtslu, nýggj verk, stakroyndir og møgulig onnur viðkomandi parametur.

og víðari eftir grein 4 stk 2, stk 5.1 og stk 6:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT
Stk. 2. Viðurløg, har mett verður, at tað fer at kosta meira enn 25% í umsitingargjaldi at finna viðkomandi upphavsrættarfólk, eru at meta sum viðurløg, sum ikki kunnu býtast út.
Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur…
Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.

Fráboðanarfreistin er farin.