Skifti av nýtslugjaldi frá 2019 eftir avtalu við kommunurnar

Puljan fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varar av, t.d. fólkaskúlar, musikkskúlar, kvøldskúlar, barnagarðar o.a.

Ein spurnakanning er gjørd í fólkaskúlunum í oktober 2020. Av tí at svarprosentið er 17,5, eru tað ikki nokk upplýsingar til at býta 50% av pengunum út eftir, sum ætlað. Stjórnin hevur avgjørt at seta 17,5% av puljuni av til teir rættindahavar, ið komu fram í spurnakanningini, og restin (82,5%) verður her býtt út til innkomnar fráboðanir, í tráð við grein 3 í reglugerðini hjá Fjølrit:

§ 3. VIÐURLØG FYRI SANNLÍKA NÝTSLU
Viðurløg fyri nýtslu, sum ikki ber til at eyðmerkja, og sum umfatar ein munandi part av
upphavsrættarfólki, verða býtt út til sannlíkar rættindahavarar eftir einari meting, sum inniheldur statistiska nýtslu, nýggj verk, stakroyndir og møgulig onnur viðkomandi parametur.

og víðari eftir grein 4 stk 2, stk 5.1 og stk 6:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT
Stk. 2. Viðurløg, har mett verður, at tað fer at kosta meira enn 25% í umsitingargjaldi at finna
viðkomandi upphavsrættarfólk, eru at meta sum viðurløg, sum ikki kunnu býtast út.
Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra
nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur
Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.

Puljan, ið her verður býtt út, er á 829.227,91 kr. Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka omanfyrinevndu treytir.

Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 8.jan 2021 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar um tvær vikur eftir freistina.

Fyritreytir fyri útgjald

1) Viðkomandi má hava givið verk út* frammanundan, har útgávuár er fyri 31.des. 2018.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:
1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
2) sýnt fram alment,
3) framført alment.

 2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við eini verkætlan fyri at gera eitt ella fleiri verk innanfyri sama øki sum útgivna verkið, og innan eitt øki*, Fjølrit í dag umsitur, sum uppgivið fyri 1)

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru
- tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
- mynd (myndlist, fotografi) og
- nótar (sangtekstur, nótar).

3) Fyri bæði útgivna verkið, og nýggju verkætlanina er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.

4) harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan skrásett/ur sum rættindahavi, ger tað fyrst her

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda teldupost til post@fjoelrit.fo ella ring 238600

Fráboðanarfreistin er farin.