Fyri vard verk brúkt í undirvísing árið 2016 eru 160.000 kr at býta út til rættindahavar eftir grein 3 í reglugerðini fyri Fjølrit:
§ 3. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, eru viðurløg, har neyðugar upplýsingar
um rættindahavara ikki eru fingnar til vega, áðrenn fyrningarfreistin er farin;
tað veri seg viðurløg til útlendskar sum føroyskar rættindahavar.
… Stk. 4. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til…stk 5 Stjórnin
tekur avgerð.
Stjórnin hevur gjørt av, at upphæddin kann verða býtt út til at gera nýggj verk (punkt 5). Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar umsóknir, ið lúka omanfyrinevndu treytir.
Evsta freist at senda umsókn er fríggjadagin 12. juni 2020 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddini um tvær vikur eftir freistina.
Fyritreytir fyri umsókn
1) Viðkomandi má hava givið verk út* frammanundan, har útgávuár er fyri 2016.
*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:
1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
2) sýnt fram alment,
3) framført alment.
2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við eini verkætlan fyri at gera eitt ella fleiri verk innanfyri sama øki sum útgivna verkið, og innan eitt øki*, Fjølrit í dag umsitur, sum uppgivið fyri 1)
*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru
– tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
– mynd (myndlist, fotografi) og
– nótar (sangtekstur, nótar).
3) Fyri bæði útgivna verkið, og nýggju verkætlanina er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.
4) harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan skrásett/ur sum rættindahavi, ger tað fyrst her
Freistin, at boða frá, er farin.