Skifti av nýtslugjaldi

“Upphavsrættur skal tó ikki viðgerast ella metast um á sama hátt sum mentamál annars ella sum stuðul til mentan. Tá ið talan er um stuðul á mentanarøkinum, verður støðið tikið í at kveikja og geva møguleika at skapa ella fara í holt við eina verkætlan. Tað kann vera ein møguleiki at royna eitthvørt, sum ikki er roynt áður. Stuðulin ger kanska tað ómøguliga møguligt, men tá ið tað er vorðið møguligt og er avrikað, tá kemur upphavsrætturin inn í myndina. Tá kann tað skapaða verkið verða brúkt í breiðari merking, og upphavsmaðurin fær viðurlag fyri nýtsluna. Tey gjøld, sum verða umrødd í hesi lóg, eru sostatt at meta sum inntøka hjá upphavsmanninum og løn fyri avrikað arbeiði.”

brot úr innganginum, s. 20 í Upphavsrættarlógini, https://www.logting.fo/files/casestate/15337/118.14%20U.t.ll.%20%20um%20upphavsraett.pdf

Tað stendur í upphavsrættarlógini, at

§ 41. Viðurlag, sum felagsskapurin krevur inn, skal avroknast til viðkomandi upphavsmann.
Stk. 2. Felagsskapurin dregur frá tí í stk. 1 nevndu upphæddini eitt rímiligt gjald fyri umsiting.
Stk. 3. Felagsskapurin avroknar eisini við upphavsmenn, sum ikki eru limir í felagnum.

Í útgjaldið av nýtslugjaldi/viðurløgum arbeiðir Fjølrit støðugt við, at halda eina javnvág ímillum at tann einstaki rættindahavin fær viðurlag og at tryggja, at umsitingargjaldið ikki verður so stórt, at tað einki er eftir av viðurlagnum.

Tískil verður ofta ein partur av innkomnu pengunum skiftur ímillum rættindahavar, ið senda inn fráboðan, tá lýst verður við, at fráboðanir kunnu sendast inn.