Avmarkingar

Avmarkingar í rættindum at framleiða eintøk:

1) Skúli ella stovnur má ikki framleiða meira enn 20% av eini utgávu, ið er eldri enn 5 ár frá tí, at avtalan kom í gildi. Kortini 75 síður í mesta lagi.

2) Skúli ella stovnur má ikki framleiða meir enn 15% av eini utgávu, ið er yngri enn 5 ár, men eldri enn 1 ár frá tí, at avtalan kom í gildi. Kortini 40 síður í mesta lagi.

3) Skúli ella stovnur má ikki framleiða meir enn 10% av eini utgávu, ið er yngri enn 1 ár frá tí, at avtalan kom í gildi. Kortini 25 síður í mesta lagi.

4) Um útgáva verður framleidd við ljóslesing og goymd talgild, má skúli ella stovnur í slíkum føri ikki framleiða meiri enn 20% av utgávuni; tó í mesta lagi 20 síður av somu útgávu fyri hvønn næming í sama skúlaári. Tað er ikki loyvt at broyta nakað í verkinum, tá ið verkið verður ljóslisið og goymt talgilt.

5) Í sambandi við nýtslu sambært pkt. 4 omanfyri, t.e. ljóslesing og talgild goymsla, er tó heimilað starvsfólki og næmingum í einstaka skúlanum ella stovninum at prenta tað ljóslisna ella talgilda við somu avmarking, sum nevnd er í pkt. 4, á sjálvvaldum staði til brúk í undirvísingini.

6) Einstaki skúlin skal tryggja, at starvsfólk og næmingar bara fáa atgongd til ljóslisið og talgilt goymt tilfar við at nýta loyniorð.

Stk. 2. Fyri tiðarrit verður %-avmarkingin í nr. 1-4 omanfyri roknað av samlaða síðutalinum av einum árgangi av tíðarritinum.
Stk. 3. Framleiðsla av eintøkum er bert til nýtslu hjá einum skúlaárgangi – ikki til goymslu.
Stk. 4. Eintøk av utgávum, ið eru 4 síður ella minni, kunnu framleiðast 100%.
Stk. 5. Treytin fyri nýtslu av allari framleiðslu er, at almenningurin á lógligan hátt sleppur fram at útgávuni, sbr. § 11, stk. 3 í upphavsrættarlógini.

Avmarkingarskipan

Avtalan gevur ikki skúla ella stovni rætt til at framleiða eintøk av vardum verkum, tá ið til ber at avgreiða spumingar um rættindi við haldi, sum krevur gjald, tí at stovnar ella skúlar skulu virða tær avmarkingar, ið fylgja við tílíkum haldum/avtalum.

Stk. 2. Fellur framleiðsla av eintøkum uttan fyri karmamar av avtaluni, má einstaki skúlin ella stovnurin fáa neyðugt samtykki til vega frá rættindahavaranum.