Tú vilt fegin sleppa at nýta eina yrking í undirvísingini, býta eina áhugaverda blaðgrein út til starvsfólkini ella kanska senda nótar til hini í orkestrinum. Tað er so lætt at taka avrit, senda talgilt tilfar og lata øðrum tilfarið.
Og tað ber eisini væl til.
MEN havast skal í huga, at talan er um tilfar, sum onnur fólk hava nýtt tíð og orku at framleiða. Sum onnur fólk eiga. Listafólkini eiga sambært lóg einkarættin til at gera av, hvat teirra verk verður nýtt til.
Hevur tú ikki fingið loyvi ella ikki gjørt avtalu við Fjølrit, er tað lógarbrot at endurgeva og breiða út vart tilfar sum tekstir, nótar og myndir.
Hvør hevur loyvi?
Tú hevur loyvi at taka avrit til egna nýtslu og at goyma vard verk talgilt – til egna nýtslu. Tú kanst væl gera eitt sanghefti til privata veitslu ella taka eina mynd av internetinum, sum tú heingir upp heima við hús.
Skúlar, almennir stovnar, fyritøkur og onnur, sum nýta og lata øðrum vart tilfar, skulu hava eina avtalu við Fjølrit
Avmarkingar
Mark er kortini fyri, hvussu nógv kann avritast. Reglur hesum viðvíkjandi eru at lesa her.
Viðurlag verður kravt eina ferð um árið grundað á, hvussu nógvir næmingar, starvsfólk, nevndarlimir og so framvegis hava verið knýtt at stovninum ella skúlanum farna árið.
Hvussu fáa vit loyvi?
Ivast tú í, um tú hevur loyvi at nýta, endurgeva ella breiða út eitt verk, send okkum ein fyrispurning.
Avritan og endurgeving innan undirvísingarvirksemi
Miðnám, hægri útbúgvingar og Próvstovan
4. august 2017 skrivaði Mentamálaráðið undir avtalu við Fjølrit. Avtalan fevnir um nýtslu av vardum verkum í undirvísing á miðnámi, hægri útbúgving og Próvstovuni. Hesir stovnir hava sostatt loyvi at framleiða ella fáa framleitt eintøk til brúks í undirvísing ella innanhýsis nýtslu til leiðslu, starvsfólk, ráð, nevndir osfr. (Sí tó “Avmarkingar“.) Avtalan kann lesast her og her.
Fólkaskúlar og kommunalir stovnar
14. juni 2018 komu Fjølrit og Kommunufelagi ásamt um ein avtalufrymil, har kommunur kunnu gerða avtalu við Fjølrit vegna fólkaskúlar, kommunalir dagstovnar, kvøldskúlar, musikkskúlar og aðrar kommunalar stovnar. Avtalufrymilin kann lesast her.
Fólkaskúlar og kommunalir stovnar hava einans loyvi at avrita og nýta upphavsrættarvart tilfar, um treytirnar fyri avtaluloyvi sambært § 42 í upphavsrættarlógini eru loknar: “Avtaluloyvi sambært hesi lóg hevur brúkari, ið hevur gjørt avtalu við felagsskap, sum innan ávísa listagrein umboðar upphavsmenn at einum týðandi parti av teimum verkum, ið verða brúkt í Føroyum.”
Avritan og endurgeving á privatum feløgum og stovnum
Til innanhýsis brúk ella undirvísing ber til, at avrita og nýta upphavsrættarvart tilfar, um treytirnar fyri avtaluloyvi sambært § 42 í upphavsrættarlógini eru loknar: “Avtaluloyvi sambært hesi lóg hevur brúkari, ið hevur gjørt avtalu við felagsskap, sum innan ávísa listagrein umboðar upphavsmenn at einum týðandi parti av teimum verkum, ið verða brúkt í Føroyum.”
Upplestur og líknandi framførðsla, av tilfari útgivi í Føroyum, á Kringvarpinum
22. januar 2019 undirskrivaðu Fjølrit og Kringvarpi avtalu, ið er galdandi frá 1. januar 2018. Avtalan kann lesas her.