Fylgirættargjald fyri endursølu av listaverkum

Tá ið eintøk av listaverkum verða endurseld, hevur upphavsmaðurin rætt til fylgirættargjald. Hetta er ásett í § 38 í Upphavsrættarlógini. Í somu grein er eisini ásett, at seljarar og millummenn eina ferð um árið skulu senda Fjølriti eina uppgerð, váttað av grannskoðara, yvir sølu, sum er fevnd av ásetingunum um fylgirættargjald.

Ein treyt fyri at vera fevnd av skylduni at rinda fylgirættargjald er, at søluupphæddin skal vera í
minsta lagi 300 evrur (uttan mvg) fyri eintakið. Samlaða fylgirættargjaldið kann tó ikki vera hægri enn 12.500 evrur (uttan mvg) fyri eintakið. Annars verður gjaldið roknað út frá søluvirðinum, eftir einum stiga, sum er lógarásettur í § 38, stk. 4.

Ert tú seljari, millummaður ella í ávísum førum keypari, hevur tú sostatt skyldu til at boða Fjølriti frá eina ferð um árið, hvørji verk, tú hevur selt og keypt, við upplýsing um søluvirði. Og uppgerðin skal sum nevnt vera váttað av grannskoðara.