Filmur um upphavsrætt á Bókadøgunum

Á Bókadøgum verður høvi hjá børnum og barnsligum sálum at síggja stuttliga og ævintýrliga filmin Coco (2017), um familju, vinir og list. 

Tað er upphavsrættarfelagskapurin Fjølrit, ið hevur tikið stig til at vísa filmin á Bókadøgunum – og hví tað? Jú, tí hóast tað ikki verður beinleiðis nevnt í filminum, so er týdningurin at verja upprunalist og tað kreativa arbeiðið, ið listalig yrki gera, eitt undirliggjandi tema í filminum.

Fjølrit fer í stuttari innleiðing m.a. at vísa á, hvussu listalig rættindi eru tætt knýtt at viðurkenning, og at listafólkarættindi ikki bara eiga at fevna um ting, men eisini um tey listarligu evnir, sum eru ein partur av eins samleika, og sum eru eitt íkast til ein felags mentanararv.    

Coco er ein animatiónsfilmur um familju, dreymin um at gerast tónleikari, og søguna, familjan ber við sær. 12 ára gamli Miguel Rivera droymir um at gerast víðagitin tónleikari, og hansara stóra fyrimynd er Ernesto de la Cruz, sáli. Men tónleikur hevur verið bannaður í familjuni, síðan langabbin, Hector Rivera, sveik langommuna fyri nógvum árum síðani. Tá ið tað verður kunngjørt, at ein talentkapping fer at vera á “degi teirra deyðu” (meksikanskur halgidagur), ger Miguel av, at hann vil taka lut – kosta hvat tað kosta vil. Hann fer á kirkjugarðin eftir gittaranum hjá Ernesto, sum stendur í gravkamarinum, og so hendir mangt og hvat.

Hóast Miguel fer at vitja tey deyðu, er søgan bæði skemtilig, spennandi og serstøk.

Pixar Animation Studios og Walt Disney Pictures hava framleitt filmin Coco í 2017. Síðan tá hevur filmurin vunnið fleiri heiðurslønir, millum annað ein Oskar, ein Golden Globe, ein BAFTA Award og fleiri aðrar.

Filmurin Coco verður vístur í høllini í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. november kl. 15.30 og sunnudagin 17. november kl. 14.00. Longdin á filminum er 120 minuttir, og filmurin hevur 7 ára aldursmark. Sýningin er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til. Tað kann ein gera á hesi síðuni: Tilmelding til Barnabio: Coco.