Tað er UNESCO, ið á hvørjum ári á hesum degi varpar ljós á týdningin, sum bøkur og upphavsrættur hava fyri okkara samfelag, og ikki er tað minni viðkomandi í hesari korona-tíð.
International Federation of Reproduction Rights Organisations, IFRRO, ið Fjølrit er limur í, hevur gjørt eitt skriv, har heitt verður á allar heimsins stjórnir um at viðurkenna, stuðla og heiðra týdningin av bókum, lærupallum, serfrøði og vísindaligum innihaldi við at gera hjálparpakkar fyri at stuðla útgevaravinnuni og virðisketunum kring um hana.
Les skrivið her.