19 fingu lut í seinasta útgjaldinum

19 rættindahavar sendu inn upplýsingar um verk, teir høvdu givið úti fyri 2018 og um eina líknandi ávegis verkætlan. Nýtslugjøldini verða útgoldin komandi tvær vikurnar. 

Fríggjadagin 24.apríl kl. 15 var freistin at senda inn upplýsingar fyri at fáa part í nýtslugjaldinum frá Próvstovuni, hægri lestri og miðnámi fyri vard verk, brúkt skúlaárið 2017/18. Talan var um helvtina av nýtslugjaldinum til føroyskar rættindahavar, har upplýsingar ikki eru fingnir til vega um rættindahavan. Hin helvtin av nýtslugjaldinum, har upplýsingar vóru fingnir til vega, vóru settir á konto hjá Fjølrit í navni rættindahavarans í novembur í fjør og verða útgoldnir so hvørt rættindahavarar skráseta seg hjá Fjølrit. Sostatt er inngjaldið frá 2017/18 um at verða liðugt avgreitt. 

Nýtslugjaldið, ið til bar at fáa part av:
Rithøvundar (yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking) : 56.371,16 kr. 
Bókaforløg (útgáva av: yrkisteksti, fagurteksti, týðing, yrking, myndlist, fotografi, grein, sangteksti og nótum) : 18.786,98 kr. 
Tónaskøld (sangtekstir og nótar): 2.445,58 kr. 
Myndlist (myndlist) : 22.485,98 kr.
Yrkisfotografar (fotografi) : 15.195,30 kr.
Miðlafólk (grein) : 2.189,77 kr. 

Næsta nýtslugjaldið, sum verður býtt út, er á 160.000 kr. Hetta nýtslugjaldið er fyri vard verk, brúkt í undirvísing í árinum 2016. Upplýsingarfrymilin kemur á heimasíðuna í hesum mánaðinum. 

Lýsing av ringrásini tá upphavsrættarliga vard verk verða brúkt undir avtalu við Fjølrit
Tekning: Bárður Dal Christiansen