HEIDI DURHUUS – fyrsta fólk í starv hjá Fjølrit

Upphavsrættindifelagsskapurin Fjølrit hevur frá 1. apríl sett Heidi Durhuus í starv sum umsitara og KT-mennara. Heidi Durhuus er 40 ára gomul, ættað úr Hoyvík, og útbúgvin sum cand.it í talgilt sniðgeving og samskifti umframt at hon hevur bachelorprógv í KT-menning. Hon hevur arbeitt sum KT-mennari bæði í Norra og Danmark, millum annað á Statens Serum … Læs mere HEIDI DURHUUS – fyrsta fólk í starv hjá Fjølrit

Ólóglig avritan í kommununum má steðga

Tíðindaskriv 3. januar 2018 Føroyski rættindafelagsskapurin Fjølrit hevur síðan 30. august í fjør heitt á Kommunufelagið um at fáa øll sáttmálaviðurskifti í rættlag soleiðis, at skúlar, stovnar og einstaklingar í kommununum kunnu avrita, endurgeva og á lógligan hátt nýta tilfar, sum vart er av lógini um Upphavsrætt, millum annað til undirvísing. Men til fánýtis. Fjølrit … Læs mere Ólóglig avritan í kommununum má steðga

Aðalfundur

Sagt verður frá, at aðalfundurin verður týsdagin 16. januar 2018, klokkan 16:00 í fundarhølinum hjá Listafólkasambandi Føroya, Lützenstrøð 4, Tórshavn. Skráin er sambært viðtøkunum: Fundur verður settur, og tvey fólk verða vald at skriva undir gerðabókina. Gerðabókin frá undanfarna umboðsfundi góðkend. Ársfrágreiðing frá stjórnini. Herundir úrslit av arbeiðssetningi frá umboðsráðnum Undirskrivaðir og ikki undirskrivaðir sáttmálar … Læs mere Aðalfundur