Tórshavnar kommuna fegnast um avtalu við Fjølrit

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit

Mikudagin 16. januar 2019 skrivaði eisini Tórshavnar Kommuna undir avtalu um nýtslu av vardum verkum. Hóast tað hevur drigið eitt sindur út, hevur ivi tó ongantíð verið um, at Tórshavnar kommuna tekur undir við, at upphavsfólk skulu hava viðurlag, tá ið verk teirra vera brúkt. Tí byrjaði samstarvið eisini longu í novembur 2018, hóast avtalan ikki var avgreidd formiliga. Stutt fyri jól eyðnaðist at fáa avtaluna til endaliga viðgerð á býráðsfundi, og í gjár hittust Alti K Petersen, formaður í Fjølrit, og Annika Olsen, borgarstjóri, á Ráðhúsinum at skriva undir avtaluna.

Annika Olsen segði seg fegnast um, at avtalan er fingin í lag.

 

Á fundinum var eisini høvi at práta um ráðstevnuna, Nordic Copyright Seminar 2019, sum Fjølrit verðu vertur fyri. Ráðstevnan verður 16.-18. septembur í Havn. Væntandi fara um 70 luttakarar úr Norðurlondum at vera við. Eftir ætlan fer Fjølrit at skipa fyri ráðstevnuni í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og Visit Tórshavn, sum í felag hava gjørt av at raðfesta vinnuferðavinnu í kommununi.

Tórhavnar kommuna hevur eisini eitt tíðindaskriv, ið kann lesast her.