Sagt verður frá, at aðalfundurin verður
týsdagin 16. januar 2018, klokkan 16:00
í fundarhølinum hjá Listafólkasambandi Føroya, Lützenstrøð 4, Tórshavn.
Skráin er sambært viðtøkunum:
- Fundur verður settur, og tvey fólk verða vald at skriva undir gerðabókina.
- Gerðabókin frá undanfarna umboðsfundi góðkend.
- Ársfrágreiðing frá stjórnini. Herundir úrslit av arbeiðssetningi frá umboðsráðnum
- Undirskrivaðir og ikki undirskrivaðir sáttmálar
- Peningur til góðar og fallin skuld innkomin
- Løgfrøðilig viðurskifti ímillum rættindahavar/limafeløg og Fjølrit
- Grannskoðaður roknskapur.
- Fíggjarætlan fyri komandi ár.
- Onnur máI, sum nevnd eru í fundarboðunum.
- Stjórnin og umboðsráðsformaðurin kunna um møguleikar og avbjóðingar, ið Fjølrit hevur fyri framman, og greiða frá fyrimunum og vansum við at lata Fjølrit umsita viðurløg fyri upphavsrættindi.
- Val
- Formansval og næstformansval til umboðsráðið.
- Formansval, næstformansval, limur verður valdur í stjórnina og varalimir fyri teir.
- Grannskoðaraval.
- Ymist
Við kvøðu
Stjórnin
Atli K. Petersen, formaður
Jonhard Mikkelsen, skrivari
Helle Thede Johansen, kassameistari