HEIDI DURHUUS – fyrsta fólk í starv hjá Fjølrit

Heidi Durhuus, umsitari hjá Fjølrit
Heidi Durhuus, umsitari og KT-mennari hjá Fjølrit

Upphavsrættindifelagsskapurin Fjølrit hevur frá 1. apríl sett Heidi Durhuus í starv sum umsitara og KT-mennara.

Heidi Durhuus er 40 ára gomul, ættað úr Hoyvík, og útbúgvin sum cand.it í talgilt sniðgeving og samskifti umframt at hon hevur bachelorprógv í KT-menning. Hon hevur arbeitt sum KT-mennari bæði í Norra og Danmark, millum annað á Statens Serum Institut í Keypmannahavn.

Arbeiðsuppgávurnar hjá Heidi verða nógvar og fjølbroyttar og fer hon millum annað at menna skipanina, sum skal til fyri at kunna skráseta listafólk, nýtslu av teirra verkum og avrokning av viðurløgum. Tað verður sostatt Heidi, ið verður bindiliðið millum kundarnir hjá Fjølrit, til dømis skúlar, kommunar, stovnar við meira, ið nýta upphavsrættarliga vard verk, og listafólkini, ið eiga verkini, sum nýtt verða.

Fjølrit í 30 ár

Starvið sum umsitari og KT-mennari er nýstovnað og er tað fyrstu ferð at Fjølrit hevur sett fólk í starv. Hóast Fjølrit hevur meira enn 30 ár á baki, hevur felagsskapurin higartil verið rikin sum ein grunnur, har ein nevnd við jøvnum millumbilum kom saman at viðgera innkomar umsóknir um stuðul.

Inntøkurnar hjá Fjølrit vóru grundaðar á ein sokallaðan “verndarsáttmála”, ið var eina avtalu millum Fjølrit og Føroya Landsstýri. Sambært hesa avtalu skuldu listafólk hava endurgjald fyri tilfar, sum var avritað og nýtt í undirvísing – endurgjald fyri, at avritað varð, heldur enn at keypa upprunatilfar, ið rithøvundar, myndlistafólk og onnur annars kundu fingið inntøku av.

Sambært avtaluni skuldi Landskassin rinda fyri alla endurgávu/avritan, men Landsstýrið kundi áseta eitt ljósritatal, sum skúlarnir skuldu virða. Við grundarlag í hesum ásetti Landsstýrið, at Landskassin rindaði fyrstu 200.000 kr. svarandi til umleið 2,8 mió. avrit, beinleiðis til Fjølrit. Tað, ið skúlarnir avritaðu yevir hesa fríkvotu, (teljarin á kopimaskinan varð avlisin árliga), skuldi hvør skúli sær rinda til Fjølrit, grundað á uppgerð frá Mentamálaráðnum, sum umsat sáttmálan.

Broytt lógargrundarlag – økt umsiting

Tá ið málsøkið upphavsrættur varð yvirtikin sum føroyskt málsøki, januar 2010, varð farið undir at smíða føroyska lóg. Galdandi lóggáva, ið kom í gildi 30. apríl 2015, hevði við sær, at Fjølrit ikki longri bara kundi rekast sum ein grunnur. Upphavsrættarlógin ásetir, at viðurlag, sum felagsskapurin krevur inn, so vitt møguligt skal avroknast til viðkomandi upphavsmann.

Broytta lógargrundarlagið hevur tó við sær nógv størri krøv til umsitingina av viðurløgum. Tí ber tað ikki longur til at reka Fjølrit einans við eini trýmannastjórn, men neyðugt er at seta eitt fólk í starv at arbeiða fulla tíð burturav við hesum.

Skrivstova

Stjórnin fegnast um at starvið sum umsitari og KT-mennari er sett og Fjølrit soleiðis kan byrja at arbeiða fyri listafólkini í størri mun. Heidi byrjar í starvi aftaná páskir. Adressa og tíðir hjá skrivstovuni verða kunngjørd seinni. Vit ynskja Heidi, og rættindini hjá føroyskum listafólkum, góðan byr.

Fjølrit er meginfelag hjá feløgum, sum umboða rættindahavar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt. Fjølrit hevur millum annað sum endamál at umsita og býta út samsýningar fyri brúka av upphavsrættarliga vard verk vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkisfotografar, miðlafólk og bókaforløg. Dagliga virksemið verður stjórnar av stjórnini, ið telur 3 fólk. Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskapur, í samsvari við § 40 stk. 1 í løgtingslóg um upphavsrætt. Nærri kunning er at finna á www.fjoelrit.fo

Skriv en kommentar

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.