HEIDI DURHUUS – fyrsta fólk í starv hjá Fjølrit

Upphavsrættindifelagsskapurin Fjølrit hevur frá 1. apríl sett Heidi Durhuus í starv sum umsitara og KT-mennara. Heidi Durhuus er 40 ára gomul, ættað úr Hoyvík, og útbúgvin sum cand.it í talgilt sniðgeving og samskifti umframt at hon hevur bachelorprógv í KT-menning. Hon hevur arbeitt sum KT-mennari bæði í Norra og Danmark, millum annað á Statens Serum … Læs mere

Umsitari fyri Fjølrit

Tá ið freistin at søkja um starvið sum umsitara fyri Fjølrit var úti, vóru 12 umsóknir komin inn. Stjórnin er fegin um at allir umsøkjararnir hava góðir førleikar, og at teir hava víst hesum starvinum ans við at søkja. Tørv er á at seta fólkið í starv skjótast til ber og er ætlanin tí at … Læs mere

Starvslýsing

Skalt tú smíða dátugrunnar Fjølrits? Dámar tær væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipað við tølum og skipanum, so er hetta starv kanska júst nakað fyri teg. Fjølrit søkir eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber. Talan er um fulltíðarstarv við møguleika fyri fleksiblum arbeiðstíðum. Hvar tú fert at sita, avgera vit í felag. Umsókn við prógvum … Læs mere

Ólóglig avritan í kommununum má steðga

Tíðindaskriv 3. januar 2018 Føroyski rættindafelagsskapurin Fjølrit hevur síðan 30. august í fjør heitt á Kommunufelagið um at fáa øll sáttmálaviðurskifti í rættlag soleiðis, at skúlar, stovnar og einstaklingar í kommununum kunnu avrita, endurgeva og á lógligan hátt nýta tilfar, sum vart er av lógini um Upphavsrætt, millum annað til undirvísing. Men til fánýtis. Fjølrit … Læs mere