Nes kommuna undirskrivað avtalu við Fjølrit

Fríggjadagin 7. septembur undirskrivaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum. Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í ár. Við hesum kunnu Tofta skúli, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita … Læs mere Nes kommuna undirskrivað avtalu við Fjølrit

Runavíkar kommuna rindar fyri undirvísingartilfar

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Rúnavíkar kommunu, skrivaði undir avtalu við rættindafelagsskapin Fjølrit tann 29. juni 2018. Rúnavíkar kommuna er sostatt fyrsta kommuna, ið skrivar undir, og við hesum er nú tryggjað, at skúlar og stovnar í Rúnavíkar kommunu lógliga kunnu avrita og talgilt býta út tilfar, sum tey nýta í undirvísing ella til innanhýsis nýtslu … Læs mere Runavíkar kommuna rindar fyri undirvísingartilfar

AVTALA GJØRD MILLUM FINNLANDI og FØROYAR

Á altjóða ráðstevnu í Brussel herfyri skrivaði Fjølrit undir sáttmála við finska rættindafelagsskapin Kopiosto um at avrokna rættindapening. Fjølrit og Kopisto Tann 28. mai vóru umboð fyri Fjølrit við á árligu altjóða ráðstevnuni, sum IFRRO (International Federation of Reproduction Rights Organisations) skipar fyri. Hetta er ráðstevna, har umboð fyri felagsskapir, ið umsita upphavsrætt, hittast. Tað var á … Læs mere AVTALA GJØRD MILLUM FINNLANDI og FØROYAR