Fjølrit fingið nýggja stjórn

Felagið hjá rættindaeigarum hevur havt aðalfund. Við á fundinum var umboðsráðið, stjórnin, umsitarin og fýra limir frá limafeløgunum. Fjølrit er felagsskapur, sum umsitur og býtir út viðurløg fyri at brúka upphavsrættarliga vard verk vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkismyndafólk, mi​ðlafólk og bókaforløg. Felagsskapurin varð endurreistur herfyri, eftir at upphavsrættarlógin kom á føroyskar hendur. Fjølrit hevur m.a. … Læs mere Fjølrit fingið nýggja stjórn

Runavíkar kommuna rindar fyri undirvísingartilfar

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Rúnavíkar kommunu, skrivaði undir avtalu við rættindafelagsskapin Fjølrit tann 29. juni 2018. Rúnavíkar kommuna er sostatt fyrsta kommuna, ið skrivar undir, og við hesum er nú tryggjað, at skúlar og stovnar í Rúnavíkar kommunu lógliga kunnu avrita og talgilt býta út tilfar, sum tey nýta í undirvísing ella til innanhýsis nýtslu … Læs mere Runavíkar kommuna rindar fyri undirvísingartilfar

HEIDI DURHUUS – fyrsta fólk í starv hjá Fjølrit

Upphavsrættindifelagsskapurin Fjølrit hevur frá 1. apríl sett Heidi Durhuus í starv sum umsitara og KT-mennara. Heidi Durhuus er 40 ára gomul, ættað úr Hoyvík, og útbúgvin sum cand.it í talgilt sniðgeving og samskifti umframt at hon hevur bachelorprógv í KT-menning. Hon hevur arbeitt sum KT-mennari bæði í Norra og Danmark, millum annað á Statens Serum … Læs mere HEIDI DURHUUS – fyrsta fólk í starv hjá Fjølrit

Starvslýsing

Skalt tú smíða dátugrunnar Fjølrits? Dámar tær væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipað við tølum og skipanum, so er hetta starv kanska júst nakað fyri teg. Fjølrit søkir eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber. Talan er um fulltíðarstarv við møguleika fyri fleksiblum arbeiðstíðum. Hvar tú fert at sita, avgera vit í felag. Umsókn við prógvum … Læs mere Starvslýsing